Við at velja røttu vørurnar og at hugsa seg um, tá báturin skal viðlíkahaldast, og tá serliga dálkandi burturkast frá bátinum skal burturbeinast, kunnu bátaeigarar gera sítt til, at halda umhvørvið reint.
Vert at hugsa um, tá báturin verður riggaður til:
Summar vørur eru serliga virknar, júst tí at tær innihalda sterk kemikalii. Hesar eru ofta vandamerktar. Ber til at nýta aðrar vørur ella arbeiðsháttir?
Loysievni og aðrar kemikaliivørur skulu ikki stoytast á sjógv. Sjálvt smáar nøgdir kunnu dálka umhvørvið. Letur tú leivdir av kemikalium til góðkenda móttøku?
I botnmáling eru týningarevni - biocid - t.d. kopar og zink, sum forða fyri vøkstri á skrokkin. Nógvar av hesum vørum hava skaðilig árin á lívið i sjónum. Eru minni skaðilig evni á marknaðinum? T.d. ber til at velja serliga harða og slætta máling, sum ger, at gróður ikki festir seg. Les meira um botnmáling her.
Stundum verða bátar tiknir upp, og botnurin trýstspulaður. Kopar og onnur eitrandi evni kunnu vera í botnmálingini. Tú eigur tí at spula bátin á einum stað, sum er ætlað til endamálið, og har til ber at savna málingaleivdir og annað saman, og burturbeina tað sum serliga dálkandi burturkast.
Bátaeigarar og brúkarar hava skyldu til at lata burturkastið til góðkendan móttakara. Dømi um serliga dálkandi burturkast í bátahyljum:
Les meira um serliga dálkandi burturkast her
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo |
|